|
|
Innanhýsis Nú eru Kong Sverke og Stærke Tidrik klárir - og tveir tættir frá Húspoetinum: Noregferð og Hugnakvøld. Av nýggjum er eisini Thorshavns gade, sum væl kann verða kvøðin
|
Felagið er stovnað í 1969 og hevur til endamáls at savna fólk saman til góðan føroyskan dans og stimbra áhuga fyri dansinum. Limatalið er gott og væl 160, og vanlig kvøld eru vit 25 – 55 fólk í dansi. Limaskapur kann fást við at senda mail til: dansa@eystdans.dk ella koma í dans.
|