Eysturoyar dansifelag



 

Nevnd
Skrá
Kvæðabókin
Frá felagnum
Eldri tíðindir
Slóðir

 

Mail til felagið


Fastalávints mánakvøld (20.feb) enda vit hendan dansiveturin í Hæddini frá kl. 22.00 til 01.00. Vit kvøða fyrst og fremst lætt og stutt. Joen Carl telur jólini kl 23.30. Kaffi og kakur. Kostnaður kr. 50,-

Haraldssund. Fríggjakvøldið tann 27.februar 2012 vóru vit í Haraldssundi í kyndilsmessudansi – sum so ofta fyrr. Vit vóru har stundisliga kl. 22, eini 20 við bussi og fleiri við egnum bili – nøkur og 30 íalt. Eg fann uppá at skriva upp, hvat bleiv kvøðið. Ein yngri norðingur spurdi meg, um hatta var playlistin.

Her hava vit playlista frá kyndilsmessu 2012 í Haraldssundi:

Harra Pætur og Elinborg (Eysturoyar dansifelag) – Tá eg verði stórur (Ey.d) – Sniálvstáttur (Ey.d) – Gudbrandskvæði (Ey.d) – Veðratátturin (Klaksvíkar dansifelag) – Stolt Signhild (Kl.d) – Leivskvæði (Kl.d) – Ormurin langi (Ey.d) – Leirvíks Páll (Kl.d) – Brestis kvæði (Ey.d) – Sigmunds kvæði yngra (Ey.d) – Deyðastund Sigmundar (Kl.d) – Sinklar (Kl.d) – Har bylgjan leikar (Ey.d) Mallebro (?) Nú gerast kvøldini myrk og long (Kl.d).

 

Hetta var tað, sum bleiv kvøðið frá kl 22.00 til kl 02.30, táið vit fóru til hús móð eftir eitt sera væleydnað kvøld.

Onkuntíð hevur fólkið verið meir, tað var fyrst og fremst tí, at størsta dansifelag í landinum, Tøkum lætt, ikki var við hesaferð. Men munnu tey ikki fara at vera við eina aðru ferð?

jd

 

Rimmardansur. Fríggjakvøldið tann 20.januar 2012 høvdu vit boðið Tøkum Lætt úr Havn at koma at vitja okkum - eitt gerandis dansikvøld í Hæddini , men nakað trivaligari enn vanligt.  Úr Havn komu millum 40 og 50 fólk, og frá okkum sjálvum vóru umleið 55. Vit byrjaðu at dansa beinanvegin, sum bussurin við gestunum var komin kl. 21.00. Vit steðgaðu á at eta breyð út móti midnátt og fóru so aftur at dansa einar tveir tímar. Stuttligt og gevandi at samla so nógv fólk, sum eru góð við okkara dans.

 Og væl kom burturúr.

Seinasta vetur bleiv tað av tilvild soleiðis, at bæði hesi feløgini hvørt sær kvóðu “Gøtuskeggjar” til upptøku hjá Kringvarpinum, so vit gjørdu av at byrja við hesum kvæðnum. Andras úr Norðagøtu skipaði til umleið ørindi 70, tá Óli á Geilini tók yvir og kvað til liðugt var - 114 ørindir í alt. Teir báðir brúka hvør sítt lag, men tað gjørdi onki tvørturímóti!

Yngri sjóvarbóndin, Jens Henrick Djurhuus (1799-1892) hevur yrkt kvæðið. Hann bygdi eisini í 1844 elsta partin av húsunum í Tinggarðinum, sum fólk enn býr í.

Harafturat kvóðu vit Brúsajøkil, Gudbrandskvæði, Viljorm Kornus, Jeg ser så mangt et orlogsskib, Brókatátt, Kong Hans, Tá eg verði stórur, Blakman Konge, Bjarnabana, Jómsvíkingar, Ormin Langa og Har bylgjan leikar - eini 650 ørindir tilsamans.

Vit fara at líta aftur á hetta kvøldið við gleði.

Kathrina, formaður í Eysturoyar dansifelag.

 

Tað nýggja kvæðið hjá Jónleif Johannesen 'Deyðastund Sigmundar' er í kvæðabókini nú. Undir 'Tættir og vísur' er nógv komið aftrat til tey smærru: Kongaríkið í Bábylon, Veturin kom, Stat op sankta Simeon osfr.

Nýggjárskvøld 2011. Umleið 50 fólk høvdu leitað sær í “Hæddina” í Runavík nýggjárskvøld at dansa føroyskan dans. Høgtíðskvøld var, so nógv høvdu pyntað seg. Dansurin slitnaði ongantíð í hálvantriðja tíma, og nógv bleiv kvøðið, - Leivskvæðið, Tróndarkvæðið, Blakman Konge, Sigmundskvæðið yngra, Jákup á Møn, Stærke Tidrik og Ole Morske.

Eisini fingu vit vitjan úr Norðoyggjum, og Jona í Lon av Húsum skipaði kvæðið “Deyðastund Sigmundar”, og gekk tað sera væl. Hetta er nýtt kvæðið, sum ongantíð hevur verið kvøðið í Hæddini áður, -  gott at hoyra okkurt forkunnugt onkuntíð.

Prátið gekk væl afturvið drekkamunninum. Tá so mikið av fólki er, ber til at sita og práta eina løtu, og dansurin gongur allíkavæl.

Kathrina

Herr Sinklar. Tað var í 1612, í Kalmarkrígnum, at Sinklar og hansara menn fingu so ringa lagnu á ferð teirra tvørtur um Noreg. Norðmenn gera seg klárar at halda 400árið fyri hesa søguligu - hóast lítið virðiligu - hending. Her er nógv at fáa at vita um Skottetoget:http://www.kringen1612.no/

 

Nú grør. Fer nakar at dansa føroyskan dans í Føroyum um 50 ár, - tað hugsi eg um nokkso ofta. Tað vænti eg nú, við tað at okkara fyrsta roynd í áravís at hava barnadans í Eysturoyar dansifelag eydnaðist so sera væl. Umleið 35 børn – bæði stór og smá – vóru komin í “Hæddina” at dansa fríggjakvøldið 28. oktobur. Tey flestu úr skúlanum á Toftum, og so høvdu limirnir eisini ommu- og abbabørn við sær.

Tey skipaðu meginpartin sjálvi. Mest sangir, sum hava kvæðalag. Nykursvísu skipaðu Ása og Gwendolyn alla, og Mallebro skipaðu Aleksandur og Bárður. Javnaldrarnir báðir  Ari og Karstin, sum eru 12 ár, og sýnast at hava fingið stevið í vøggugávu, hava verið limir í felagnum í umleið 1 ár. Karstin skipað umleið triðingin av Sigmundskvæði yngra og Ari saman við Gwendolyn umleið triðingin av Ólavi Riddararós.

Børnini tíma, tað er vist. Nú má parturin hjá okkum vaksnu ikki liggja eftir.

Barnadansur er aftur á skránni hjá okkum tann 25.novembur, og tá vænta vit  næmingar úr onkrum øðrum skúla eisini  inn á gólvið. Vit gleða okkum.

Norðskála, 2.nov. 2011.    

Kathrina, formaður í Eysturoyar dansifelag. 

 

Kunning , tann  11.okt. 2011

Góðu limir í Eysturoyar dansifelag og onnur áhugaði.

Nú er skráin fyri komandi dansiár komin og send til limirnar. Byrjað verður fríggjakvøldið tann 21.okt. kl 21.00 í Hæddini, Saltangará.  Vit vóna, at komandi vetur verður líka góður hjá okkum sum seinasti vetur, tá nógv bleiv dansað.

Høvuðskvæðið í vetur, Dvørgamoy I fingu vit upptøku av fyri nøkrum árum síðani, so tað liggur væl fyri at lurta. Um onkur vil hava hana nú, er at siga frá.

Tað er ein royndur lutur, at vit hava so nógv fólk, sum bæði duga og vilja skipa, at tað er vónleyst, at øll koma á skránna; men tað má ikki halda fólki aftur. Tað sama er við vertum. Har halda vit okkum til tað gamla: lata konufólkið taka sær av tí, men sjálvandi hjálpa menn til. Heldur ikki har fingu vit pláss fyri øllum!

Vit hava ofta prátað um barnadans, sum vit hava gjørt lítið við. Nú gera vit eina roynd nøkur kvøld, og har hugsa vit mest um, at limir taka børn, abba/ommubørn við; men øll eru sjálvandi vælkomin. So síggja vit, hvussu gongst.

- - - - - - - - - - - - -

 

Kunning fáa limirnir í e-posti og á heimasíðuni eystdans.dk. Tey, sum ikki hava e-post, fáa skránna í brævi. Á heimasíðuni er næstan alt tað, sum vit kvøða, klárt at prenta út. Aftur í ár verður ein fløga við onkrum av tí, sum vit kvøða, at fáa bíliga.

 

Limagjaldið fyri 2011, sum er 100 krónur, verða tit biðin um at flyta á konto í Eik banka:  9181 1709412